Næsti dystur hjá Team Klaksvík: VÍF - Team Klaksvík, 18. feb. kl. 16.30

                                                         

                                                       ÁRSVEITSLAN & AÐALFUNDUR HJÁ TEAM KLAKSVÍK VERUR 24 FEB.

  

MYNDIR AV TEAM-KLAKSVÍK 2006/2007

 
09. apríl. 2007, 18.31
Fyrireiking til komandi ár.

Heimasíðan hevur verið í feriu í eina tíð, men skuldi fari at vera uppdatera við jøvnum millimbilið.
Team Klaksvík er fari undir fyrireikingar til komandi ár. Enn er tó onki ítøkiligt komu burtur úr.
Nú eftir uppflytingina hava spurningarnir veri nógvir í samband við venjara og spælara til tað besta liðið. Her er onki avgjørt uttan at vit missa nakrar leikara við at teir satsa uppá fótbólt. Hesir koma tó at spæla vi 2 besta liðinum um teir ynskja tað, her verur hugsa um útisetar og annað.
Felagið hevur spurt seg umkring eftir venjara til besta liði menn onki er spurst burturúr enn, tað er eisini spurt uttanlandað , her verur bíða eftir svarið.
Við tað at Team Klaksvík ikki vil brúka teir stóru pengarnar til ein venjara kann tað eisini hugsast at venjarnir frá í fjør Fríðin&Kristian halda framm.
Við 2 venjingum um vikuna í komandi ár og nýggja høll eru betri umstøður at venja undir.
 
Tað vera melda hesi lið til í komandi ár:
1 deild menn Byrja at spæla 1 okt. og at venja uml 1 sept.
2 deild menn Byrja at spæla 20 okt. og at venja uml 1 sept.
dr 16 Byrja at spæla 20 okt. og at venja uml 20 sept.
dr 14 Byrja at spæla 20 okt. og at venja uml 20 sept.
dr 12 Byrja at spæla 1 nov. og at venja uml 10 okt.
dr 10 er yvasamt.
Er tað nakar sum ynskir at vera venjari í komandi ár hjá onkrum av hesum liðum er at seta seg í samband við Team Klaksvík.
 
Tað skal takast fyrivarnið fyri at Badmintonhøllin veru ferdig til tíðuna og at Team Klaksvík far teir tímar teir hava brúk fyri.
 
28. feb. 2007, 10.31
Ársveitslan eydnaðist avbera væl.

Team Klaksvík kundi við gleði tann 24.02.2007,  bjóða øllum sínum limun og stuðlum í veitslu.
Hettar var ein sera væl eydna uppflytingarveitsla, maturin var av tí allarbesta og hýrurin var góður á fólkið, eftir tað eydnast felagnum, at flyta upp, longu fyrsta árið eftir, at felagið var stovnað.
Klaksvíkar kommuna var umboðað av borgarstjóranum, Steinbjørn Jacobsen og gav hann felagnum eina peningagávu, sum heiður fyri gott avrik, somuleiðis gav Eik banki eina peningagávu.
Vit fingu eitt ógloymandi kvøld saman og ynskja vit at takka øllum tykkum, sum hava stuðla okkum gjøgnum okkara fyrsta ár, sum hondbóltsfelag.
Á einari slíkari veitslu kunnu fólk blíva heldur gloymsk. Og tað hendi so aftur hesu ferð. Tað liggja t.d. ein klædningsjakki og ein høkja eftir. So um onkur av tykkum saknar nakað av hesum, vinarliga setið tykkum í samband við okkum.
 
18. feb. 2007, 13.31
Tapti síðsta dyst.
Team Klaksvík tapti síðsta dystin í hesum kappingarárinum 35-28. VÍF er samstundis vinnara av 2 deild í ár, teir hava vunnu allar dystinar og teir siga seg ongan dyst hava tapt í 3 ár. Team Klaksvík bleiv nr 2 og tað var nokk til at flyta upp í 1 deild, við tað at VÌF hevur umboð í 1 deild. Team Klaksvík fekk blomstur frá Vestmingum fyri uppflytingna og fyri at vera byrjaður við manshondbólti í Klaksvík. Team Klaksvík gav VÍF eina champagne fløsku fyri at vinna 2 deild.
 
 
 
17. feb. 2007, 14.11
Bussferð í samband við síðsta dystin
VÍF fær vitjan av nýuppriktu Team-Klaksvík í morgin. Dysturin verður kl 16.30 í høllini í Vestmanna. Team Klaksvík hevði sína síðstu venjing nakrantíð í KÍ-høllini í gjárakvøldið og var hýrurin góður. Tað bleiv spælt allan tíman, og her hendi undri, at teir ungu vunnu á teimum eldri. Eftir venjing tók venjarin liðið út, ið skal leika síðsta dyst. Teir vera: Bent - Sylvan - Fríðin - Kristian - Niclas - Meinhardt - Jens Martin - John - Beinur - Heri - Danjal - Gunnar - Rógvi. Allir í hava leikt í hetta kappingarárið, ið eru 24 mans vera vónandi í Vestmanna. Farið verður frá rundkoyringinið við bussi kl 14:30. Kostnaður er kr. 30 eisini fyri askoðara. Askoðara í ynskja at koma við, skulu senda eitt sms við boðum um, hvussu nógvir teir eru,á tlf. 216679 ella 590909, so vit ikki hava ov lítlan bus. Tað verður steðga í Cafe-inn og Bowling høllini á veg heim aftur. Væntandi verða vit aftur í Klaksvík uml. kl. 21.00. 
 
13. feb. 2007, 23.32
1. deild næstan veruleiki hjá Team Klaksvík.
VÍF og KÍF leiktu í Vestmanna í kvøld, og kundi VÍF geva Team Klaksvík eina góða hjálpandi hond við uppflytingarstríðinum, um vestmenningar vunnu dystin. Og kærkomnu boðini til Team Klaksvík í kvøld vóru, at VÍF vann stórsigur á kollfirðingum. Úrsliðið gjørdist 41-24. Veruleikin er nú tann, at nógv skal til, fyri at uppflytingin hjá Team Klaksvík ikki skal gerast veruleiki. Team Klaksvík hevur skotið 137 mál fleiri enn kollfirðingar, og hóast KÍF hevur ein dyst til góðar, og kann enda ájavnt Team Klaksvík í stigartali, so eru sannlíkindini fyri, at KÍF yvirhálar Team Klaksvík í málmuni ótrúliga lítil. Team Klaksvík skal sunnudagin leika móti vestmenningum, sum hava vunnið allar sínar dystir í kappingini. Men Team Klaksvík hevur ætlanir um at enda kappingarárið við einum sigri, og harvið sløkja alla vón hjá kollfirðingum um at flyta upp. Eik Banki hevur stuðla Team Klaksvík soleiðis, at møguleiki er at keypa John Petersen upp til dystin. John Petersen býr í Danmark, men leiðslan í Team Klaksvík metir, at best er, um liðið fer til Vestmanna við so sterkum hópi sum yvirhøvur møguligt, og í tí sambandi hevur Eik Banki, sum er høvuðsstuðul hjá Team Klaksvík, keypt leikarin upp. Hvussu er og ikki, so fegnast leiðslan í Team Klaksvík yvir, at felagið næstan við vissu er flutt upp í 1. deild.

11. feb. 2007, 20.19

Knúsandi stórsigur til klaksvíkingar.

Team Klaksvík leikti sum kunnugt sín seinasta dyst í KÍ høllini í dag. Og sigast kann, at felagið takkaði fyri seg í stórum stíli. Vágamenn høvdu leitað sær norð at leika útsetta landskappingardystin, og tað var betur ógjørt. Team Klaksvík knústi vágamenn sundir við 58 málum móti 17. Ein lemjandi ósigur, sum bygdamennirnir neyvan gloyma við brægi.
Tað tók tó eina løtu áðrenn klaksvíkingarnir veruliga komu í gongd.  Leikferðin var ikki so høg teir fyrstu 5 minuttirnar, og tá høvdu partarnir skotið tvey mál hvør. Men so setti Team Klaksvík ferðina upp, og vágamenn stóðu bert og hugdu at. 7 ferðir eydnaðist tað vágamonnum at fáa bóltin í klaksvíksmálið í fyrra hálvleiki, men tá hevði Team Klaksvík, við Jens Martini Knudsen og Kristian Andreasen á odda, skotið 25 mál.
Í seinna hálvleiki setti Team Klaksvík ferðina enn meira upp, og tað gav úrslit. Klaksvíkingar øktu um munin allan dystin. Teir fingu mál so at siga hvørja ferð teir høvdu ein atsøkn móti málinum hjá SÍF, og hóast vágamenn til tíðir vístu góðan vilja, so var lítið at gera. Dysturin endaði við einum 58-17 sigri til Team Klaksvík, sum er eitt fet nærri uppflytingini.
Venjarin hjá Team Klaksvík segði eftir dystin, at hann var væl nøgdur við avrikið hjá leikarunum, men legði afturat, at SÍF var so syndarliga vánaligt, so ein stórsigur var minsta krav. Men at Team Klaksvík vann við heili 41 málum, kom eins óvart á hann, sum øll onnur. Hýrurin var góður í skiftingarrúminum aftaná dystin, og nógv varð flent eftir vágaliðinum. Men leikararnir vóru samdur um, at tað var flott av vágamonnum at koma norð. Jens Martin undraðist tó yvir, at tað var møguligt at finna so nógvar klossutar menn á einari oyggj.

Málini hjá Team Klaksvík skutu:
Jens Martin Knudsen     15
Kristian Andreasen        10
Meinhardt Joensen          7
Fríðin Ziskason               7
Dánjal Kjærbo                5
Gunnar á Steig               5
Mathias Samuelsen        4
Jógvan Hansen               3
Jón Jacobsen                 2

Bent Hansen og Sylvan Jacobsen stóðu í málinum. Hettar var fyrsti dystur hjá Mathiasi Samuelsen.

10. feb. 2007, 10.40
Keyp húgvuna í morgin!
Snotiliga Team Klaksvík húgvan, sum er væl umtøkt, og er at síggja á nógvum høvdum runt í býnum í hesum vetrardøgum, verður at fáa til keyps í Café KÍ í morgin. Húgvan, sum fyri fystu ferð fekst til keyps beint fyri jól, kostar 149,-
Sambært Fríðini Ziskasyni fer yvirskotið av húgvusøluni til rakstur av felagnum. Felagið fer at spíla seg meir út komandi kappingarár. Eitt nú verður arbeitt við at fáa ein venjara til felagið, sum skal taka sær av øllum deildunum, sum felagið metir vera ráðiliga, at tekna til komandi kappingarár. Ætlanin er millum annað at hava eitt unglingalið, í øllum førum eitt dreingjalið, umframt tvey vaksnamannalið, og formaðurin vísir á, at slíkt kostar bæði tíð og pengar. Og er húgvusølan eitt gott ískoyti til tann fíggjarliga partin av rakstrinum.


10. feb. 2007, 08.45
Liðið í morgin.
Eftir venjing í gjár hevur venjarin tikið liðið, sum skal leika móti SÍF í morgin, út. Bent Hansen og Sylvan Jacobsen verja málið. Útileikarar eru Meinhardt Joensen, Kristian Andreasen, Jens Martin Knudsen, Gunnar á Steig, Jógvan Hansen, Jón Jacobsen, Mathias Samuelsen og Dánjal Kjærbo, umframt leikandi venjarin Fríðin Ziskason. Seinast liðini møttust var á Giljanesi 5. novembur, og tá kom Team Klaksvík norð aftur við einum 37-23 sigri í skjáttuni. Útlitini fyri einum stórsigri í morgin eru góð, hóast Jákup Mikkelsen og Allan Mørkøre ikki eru við. Team Klaksvík hevur verið væl koyrandi síðan árskiftið, og verða við 4 sigrum á rað, torførir at taka. Tað er eisini eitt krav fyri upflytingarmøguleikan, at klaksvíkingar vinna, so leikararnir fara uttan iva at leggja nógv fyri í morgin.

6. feb. 2007, 14.17

Útsetti dysturin móti SÍF verður nú spældur.

SÍF hevur lovað seg at koma norð til Klaksvíkar at leika útsetta dystin, sum skuldi verið leiktur tann 13. januar, nú sunnudagin. Hettar er eisini seinasti møguleiki hjá klaksvíkingum at síggja Team Klaksvík leika í KÍ-høllini, tí komandi kappingarár húsast felagið í nýggju Badmintonhøllini, sum eftir ætlan verður tikin í brúk eftir ólavsøku.

3. feb. 2007, 14.17
Neistin givið avboð!

Fyri lítlari løtu síðan frættu vit frá Neistanum, at teir ikki fáa mannað lið til dystin í dag. Dysturin er í fystu atløgu útsettur, men seinni skal støða takast til, um Team Klaksvík vinnur uttan dyst. Í øllum førum verður sigurin kærkomin, um klaksvíksliðið vinnur, óansæð um tað er uttan dyst.


3. feb. 2007, 14.05

Team Klaksvík nógv viknað.

Eftir avboð frá bæði Allan Mørkøre og Jákup Mikkelsen, er Team Klaksvík nógv viknað til heimadystin móti Neistanum í dag. Fríðin Ziskason er staddur uttanlanda, so hann verður heldur ikki við í dag. John Petersen og Jens Martin Knudsen, sum vóru við fyri fyrstu ferð seinasta dyst, vera heldur ikki at síggja á vøllinum í dag. Men frætt verður frá hópinum, at vónirnar eru góðar til dystin, hóast stóra mannfallið. Teir, sum eru við í hópinum til dystin í dag eru Sylvan Jakobsen og Bent Hansen í málinum. Útileikarar eru Dánjal Kjærbo, Meinhardt Joensen, Kristian Andreasen, Niclas Niclasen, Kristoffur Jakobsen, Tórður Lervig, Gunnar á Steig, Jógvan Hansen, Heri Thorsteinsson og Jón Jacobsen.

1. feb. 2007, 22.36

Dánjal ivasamur til dystin.

Dánjal Kjærbo, sum hevur verið ein av stórum profilunum á liðinum hjá Team Klaksvík í ár, er ivasamur til dystin  móti Neistanum leygardagin. Heimasíðan frættir, at ein nerv hevur sett seg fasta í alboganum hjá Dánjali, og at fingrarnir tískil ikki rigga, sum teir skulu. Men sum skilst verður Dánjal í hópinum leygardagin, og um hann kennur seg føran fyri at leika, kemur hann uttan iva á vøllin. Fyri at bøta um støðuna hjá Dánjali, hevur venjarin givið honum frí frá venjing í annaðkvøld.

30. jan, 2007, 20.15

Triðji sigur á rað.
Eiðismenn vóru sunnukvøldið á vitjan í KÍ høllini, og dysturin varð, sum væntað, lítið spennandi. Men teir umleið 100 áskoðararnir fingu, hóast sjálvskrivaða sigurin hjá Team Klaksvík, okkurt spennandi at síggja. John Petersen, sum í sínari tíð var ein av teimum heilt frægu hondbóltsleikarunum í landinum, leikti nevniliga fyri fyrstu ferð fyri nýggja klaksvíksfelagið. Og sum eitt yvirraskilsi, var Jens Martin Knudsen, sum eisini hevur eina fortíð sum ein av teimum frægu, komin við til dystin. Og tað sást beinanvegin, at serliga John Petersen, hevur dygdur sum fáur. Við hegni og snildi spældi hann eiðismenn um koll, og við góðari hjálp frá millum øðrum Dánjali, Allani og Jón, vísti hann eiðismonnum, hvar skápið skal standa.
Team Klaksvík fekk eina dreymabyrjan, og var eftir 6 minuttum á odda 4-0. EB royndi at svara aftur, men lítið hjálpti móti væl leikandi Bent Hansen í klaksvíksmálinum. Tá liðini fóru til hálvleiks var Team Klaksvík á odda við 15 málum ímóti 10.
Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri. 6 minuttir og 4 mál, og hjá eiðismonnum var lítið annað at gera enn at taka ímóti. Tað, ið eftir var av dystinum tók Team Klaksvík sær av løttum, og nýtti høvið til at skifta nógvar leikarar inn. Team Klaksvík hevði ikki færri enn 12 útileikarar við til dystin, og venjarin metti, at skilabest var, at leikararnir skiftust so nógv sum gjørligt um at leika. Hettar hevði við sær, at spælið til tíðir tøktist nakað rótut, og tað skulu eiðismenn vera glaðir fyri. Dysturin endaði við einum 32-20 sigri til Team Klaksvík. Tvey altíð kærkomin stig, og ein sigur, sum uttan iva var 10 mál ov lítil.
Fríðin Ziskason, leikandi venjarin, var smílandi eftir dystin, og segði millum annað, at tað var stuttligt við eitt sindur av íblástri frá nýggjum leikarum, og segði seg vera stak væl nøgdan við liðavrikið. Hann segði, at tað týdningarmesta vóru tey tvey stigini, sum felagið fekk til høldar. Nú eru bert tríggir dystir eftir, og Fríðin vísti á, at tað er av stórum týdningi, at liðið heldur fram við síni sigursgongd, um liðið skal flyta upp í 1.deild til komandi kappingarár. Fríðin nýtti eisini høvið til at takka áskoðarunum fyri holla stuðulin, og hevði eina serliga tøkk til børnini í dagstovninum Útistovu úti í Grøv, sum høvdu gjørt ein stóran Bassa, sum felagið tók í brúk til dystin.

Málini hjá Team Klaksvík skutu:
Allan Mørkøre             7
John Petersen            6
Dánjal Kjærbo            5
Jón Jacobsen             4
Meinhardt Joensen     4
Gunnar á Steig           2
Jens Martin Knudsen  2
Tórður Lervig              1
Niclas Niclasen          1

Á vøllinum uttan at skjóta mál vóru Fríðin Ziskason, Rógvi Olsen og Willy Stampe, sum somuleiðis leikti fyri fyrstu ferð fyri Team Klaksvík. Í málinum var, sum áður nevnt, Bent Hansen.

28. jan. 2007, 23.45
Team Klaksvík enn ein sigur.
Team Klaksvík leikti í dag á heimavølli móti EB. Klaksvíkingar vunnu dystin við 32 málum móti 20. Meir um hettar seinni.

27. jan. 2007, 19.28
Mynd av Bassa.
Her er Kristian, tá hann fekk handa Bassan frá Útistovu í gjár. Bassin verður brúktir fyrstu ferð í morgin móti EB.


27. jan. 2007, 08.05
Liðið í morgin.
Liðið í morgin í KÍ-høllini er nú sett. Jákup og Bent vera í málinum, og útileikara vera Allan, Fríðin, Niclas, Meinhardt, Dánjal, Rógvi, Willy, Jón, Gunnar, Tórður, John og Kurt. Kurt er ivasamur vegna skaða í knænum, men John verður við. Eiðismenn, ið hava møtt til allar sínar dystir, siga at teir eru sera spentir til at koma til Klaksvíkar at leika hondbólt. Dysturin, sum byrjar klokkan 19 í annaðkvøld, er eisini tann fyrsti heimadystur í ár, samstundis sum tann nýggi Bassin, sum Team Klaksvík hevur fingið frá Útistovu verður tikin í brúk.

26. jan. 2007, 18.05
Kurt við sunnudagin.
Heimasíðan hjá Team Klaksvík visti í gjár at siga, at navnframa ítróttarhetjan John Petersen møguliga verður at síggja at Team Klaksvík liðinum í ár. Í dag er so komið undan kavi, at ein annar navnframur persónur, nevniliga Kurt Mørkøre, verður við í hópinum hjá Team Klaksvík sunnudagin, tá liðið skal leika á heimavølli móti eiðismonnum. Kurt er einamest kendur sum fótbóltsleikari, og er í løtuni við at skapa sær eitt navn sum venjari í fótbólti. Kurt skal standa á odda fyri besta liðinum hjá B36 komandi kappingarár, og tað er av hesari orsøk, at Kurt er komin heim aftur á klettarnar.  Tað hevur so eydnast leiðluni í Team Klaksvík at fáa Kurt at leika við, í fyrstu atløgu, móti EB sunnudagin. Kurt hevur leikt hondbólt í bestu deildini, og var hann millum teir, sum vóru á liðinum, seinast Stjørnan var í bestu deildini. Heimasíðan ynskir Kurt væl afturkomnan til hondbóltin í Klaksvík.

25. jan. 2007, 20.29
T
eam Klaksvík ein nýggjan leikara.

 
John Petersen hevur játtað at hann kann hjálpa Team Klaksvík við teimum seinastu dystunum. John hevur altíð verið ein tann besti leikarin í landinum, bæði í hondbólti og fótbólti. Fríðin sigur við heimasíðuna, at hann ikki hevur gjørt av um hann skal við nú um vikuskiftinum, men møguleikin er har. John býr niðri, men er heima við jøvnum millumbilum í samband við landsliðið í fótbólti. Bara hetta ikki verður sum við Jens Martini, sum ongan dyst er møttur upp til enn. John er biðin at hjálpa Team Klaksvík fyri at tryggja okkum uppflyting, so tað er mest dystin móti VÍF, eg havi hugsað um, sigur Fríðin at enda.

22. jan. 2007, 12.49
T
eam Klaksvík uppibornan sigur í Havn

Allan Mørkøre var við 12 málum stóri málskjúttin, tá Team Klaksvík leygardagin basti Neistanum á útivølli. Team Klaksvík, sum fór til Havnar uttan ein av týdningarmestu leikarunum, Jákup Mikkelsen, var favorittur áðrenn dystin, men Neistaliðið, sum var nakað sterkari enn seinast liðini møttust, hevði ætlanir um at leggja bein fyri uppflytingini hjá klaksvíkingum. Fyrra hálvleik leikaði javnt á, og hóast Team Klaksvík legði seg á odda fyrstu løtuna, bardust neistamenn manniliga, og gjørdu tað trupult fyri klaksvíksliðið. Hálvleikstøðan var 16-16. Men seinni hálvleikur var ikki gamal, tá klaksvíkingar høvdu víst, at teir vildu tað ørvísi. Eftir 8 minuttum hevði Team Klaksvík lagt seg á oddan 23-17, og so tøktist restin av dystinum at vera ein avgreiðsluspurningur. Tá 10 minuttir restaði í var Team Klaksvík á odda 30-22, og dysturin var avgjørdur. Klaksvíkingar tóku sær av løttum, tað, sum eftir var av dystinum, og tað gav rúm fyri einum lítlum háli hjá havnamonnum. Endaliga úrslitið gjørdist, at Team Klaksvík vann 34-30. Ein uppiborin sigur, sum væl kundi verið størri. Eftir dystin segði venjarin Fríðin Ziskason við heimasíðuna, at hann var væl nøgdur við avrikið hjá  leikarunum. Leikararnir vístu ein ótrúliga vilja, og við Allani Mørkøre á odda, var ikki nógv at gera hjá neistamonnunum, segði Fríðin í stuttari viðmerking.

Úrslitið merkir, at Team Klaksvík er eitt stórt fet nærri uppflyting, og við trimum lutfaldsliga løttum dystum fyri framman, eru útlitini hjá nýggja hondbóltsfelagnum ótrúliga góð.

Málini hjá Team Klaksvík skutu:

Allan Mørkøre          12
Meinhardt Joensen    5
Dánjal Kjærbo           5
Fríðin Ziskason          4
Niclas Niclasen         3
Gunnar á Steig          2
Kristian Andreasen    1
Tórður Lervig             1
Óli Poulsen               1

Málverjar vóru Bent Hansen og Sylvan Jakobsen.

20. jan. 2007, 11.10
Team Klaksvík til Havnar.

Team Klaksvík skal í dag royna seg á útivølli móti a-liðinum hjá Neistanum. Dysturin, sum upprunaliga skuldi spælast í høllini á Nabb kl 15, verður bríkslaður í gongd í Gundadalshøllini klokkan 18.20. Neistin, sum er sett saman av B36 fótbóltsleikarum, liggur á 6. plássi í landskappingini. Men eitt 6. pláss sigur ikki nógv um lið úr stórum feløgum, sum leika á heimavølli. Ferð eftir ferð kemur fyri, at liðini fáa eina hjálpandi hond frá leikarum úr betru deildunum. Hettar var til dømis at síggja í seinasta dysti hjá Team Klaksvík móti KÍF á útivølli, har Arnbjørn Hansen, sum vanliga leikar í bestu deildini, var við fyri at gera tað trupult fyri klaksvíkingarnar. Um so verður í Havn í dag er ikki gott at vita. Men Team Klaksvík fer til Havnar við sterkari manning. Jákup Mikkelsen og Bent Hansen verja málið í dag, meðan Allan Mørkøre, Dánjal Kjærbo, Niclas Niclasen, Kristian Andreasen, Meinhardt Joensen, Fríðin Ziskason, Óli Poulsen, Tórður Lervig og Gunnar á Steig eru við sum útileikarar. Leikandi venjarin, Fríðin Ziskason, hevur góðar vónir til dystin, og vísur á úrslitið móti Neistanum á heimavølli, har klaksvíkingar vunnu 32-19. Men samstundis sigur hann, at teir ikki mugu taka nakað fyri givið, tí eitt lið sum Neistin lættliga kann taka Team Klaksvík á bóli.

17. jan. 2007, 09.15
Í Havn er betur.

Dysturin móti Neistanum í Havn um vikuskiftið, kundi ikki spælast á Hálsi, tí høllin var upptikin, men har ger hallarvørurin tað at hann vísir á eitt annað tíðspunkt at leika í ella eina aðra høll, sostatt er dysturin fluttur í Gundadalshøllina kl 18.20. Møguliga hetta er nakað sum hallarvørðurin í Klaksvík kundi lært av. Dysturin móti SÍF síðsta vikuskiftið bleiv útsettur fríggjakvøldið aðrenn og vit vita ikki nær vit skullu leika hann, dysturin móti EB 28 jan sleppa vit heldur ikki at leika, og her fáa vit heldur ikki at vita um ein møguleika har vit kunna leika hann.



Formaðurin í New York








 
















Team Klaksvík húgvan fæst til keyps í J.A.P


Eik Banki P/F
thdam






jákup og páll Jákup Ziskason, stuðul hjá felagnum, og Páll Joensen, hvílandi limur, hava verið til hvønn dyst hjá Team Klaksvík.